|
Leirvíkar skúli Samognarbøur 4, 520 Leirvík
Søkt verður eftir lærarum, námsfrøðingum og náms-frøðiligum stuðlum til Leirvíkar skúla skúlaárið 2012/13 |
|
|
1 lærarastarv, tíðaravmarkað, fulla tíð fyri lærara í farloyvi
2 lærarastørv, fulla tíð vegna forskúlan og serdeildina
1 lærarastarv umleið 16 tímar vegna avlopstímar. Endaligt tímatal verður ásett av næmingatalinum 1. septembur
2 námsfrøðingar ein 20 u.t/v og ein 10 u.t/viku at arbeiða í forskúlanum
1 stuðul 28,5 t/v, 1133 árstímar, til næmingar við autismu.
1 stuðul 27 t/v, 1073 árstímar, til næming við serligum tørvi
Søkt verður eftir lærarum, námsfrøðingum og stuðlum, sum
við starvsfólk skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
eru í skúlanum.
Vit vænta, at tú ert
toymissamstarvi.
vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan. |
Harumframt skulu lærararnir hava førleika at undirvísa í nøkrum av hesum lærugreinum:
føroyskum støddfrøði donskum tilevning kristni tónleiki ítrótti/svimjing heimstaðarlæru
Førleikakrøv Lærarar: læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum. Royndir í føroyska fólkaskúlanum. Læraralesandi, sum taka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini.
Námsfrøðingar: námsfrøðiliga útbúgving
Stuðlar: viðkomandi útbúgving/ starvsroyndir.
Lønar- og setanartreytir: Lærararnir verða løntir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tey, sum sett verða, verða sáttmálasett, uttan so at tey frammanundan eru tænastumenn í fólkaskúlanum.
Stuðlarnrir og námsfrøðingarnir verða løntir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið.
Umsóknir Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til Leirvíkar skúla merkt: Til fyrstalæraran.
Umsóknarfreistin fríggjadagin 01. juni kl. 18.00
Áhugað kunnu venda sær til Leirvíkar skúla, tlf 730060 |
|
Leirvíkar skúli hevur komandi ár uml. 120 næmingar frá forskúla til og við 3.flokk, 11 lærarar, 2 stuðlar og 2 námsfrøðingar.
Í Leirvíkar skúla leggja vit okkum eftir at
- fara meira út um skúlans gátt í undirvísingini - taka umhvørvið meira inn um skúlans gátt - skipa bæði undirvísing og fríløtur í størri heildir - skipa fyri mennandi umhvørvi
Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.leirvikarskuli.com |
|
Stór bókasøla
Hósdagin 24.mai og 31.mai verða aftur nógvar bøkur seldar við Svimjihylin í Leirvík.
Bókasavnið selur flestu bøkurnar, sum eru til vaksin. Kostnaðurin fyri eintaki er kr. 5 ella kr. 10.
Opið er kl. 18-20
Verið vælkomin.

